top of page

Upphiting áðrenn dystin 8. mai

Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn dystin móti Norðurmakedonia 8. mai.


Telt verður sett upp uttanfyri, so tað er pláss fyri nógvum fjepparum 🤩


Eyðun & Terji og RSP Vit endurnýta sjálvsagt somu góðu uppskriftina frá Berlin. Tí hava vit fingið Eyðun & Terja og RSP at hita okkum væl upp til dystin 🥳


Andlitsmáling verður sjálvsagt eisini at fáa.


Nær og hvar Upphitingin byrjar kl. 16.00 í OY á Falkavegi 4.


Gevið gætur! Ókeypis atgongd, um tú ert í landsliðsblusu. - Tað er onki krav til, hvørja landsliðsblusu tú fert í - bara hon umboðar Føroyar 😊


Um tú onga landsliðsblusu eigur, ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 kr., og allir pengarnir fara óskerdir til Eydnudeildina ❤


Fjepparaætlan til dystin kemur seinni 🤩 Fylgið við her á síðuni.


📷: jn.fo

712 views
bottom of page